- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvur peningur á skránni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/e3de97a3cd2a3e3222b4e2fcd7835598.png?itok=_tsjmtq7)
Løgtingið skal í dag viðgera, um tað skal lata 71 milliónir krónir meira, til byggingina av nýggja havrannsóknarskipinum.
Upprunaliga metti landsstýrið, at skipið fór at kosta 215 milliónir krónir at byggja, men tá tilboðini at byggja skipið vórðu latin upp, var kostnaðurin munandi hægri.
Fiskimálaráðið gjørdu sáttmála við Mest um at byggja skipið fyri góðar 264 milliónir krónir, men landstýrið vildi hava ymiska eyka útgerð umborð á skipi, sum t.d. ið kann gera 3D myndir í sambandi við fiskikanningar, útgerð, ið
kann kortleggja havbotnin, og seismiska útgerð.
Tilsaman er kostnaðurin fyri nýggjar havrannsóknarskipið, tá alt er tikið við, tí 286 milliónir krónir.
Eisini skal løgtingið taka støðu til, um tað skal lata eina eykajáttan á 22 milliónir krónur til byggingingina av skipinum, tí sambært lógini, fáa skipasmiður átta prosent av kostnaðinum afturgoldið í skipasmiðustuðli frá landinum.
Vinnumálaráðið søkir eisini um eykajáttan. Vinnumálaráðið biður um níggju milliónir krónir í eykajáttan til Fiskaaling. Hetta fyri at varðveita lívfiskastøðina á almennum hondum.
Løgtingsfundurin byrjar klokkan 10 fyrrapartin.