- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita enn eftir bilføraranum
Spanska løgreglan leitar framvegis eftir manninum, sum koyrdi vørubilin, ið koyrdi á fólk á La Rambla í Barcelona í gjár.
Atsóknin kravdi 13 mannalív, og millum 70 og 100 fólk eru særd.
Tey deyðu og særdu eru úr tilsamans 24 londum. Teirra millum eru 26 fraklendingar og 11 eru illa særdir.
Handilsgøtan í miðbýnum í Barcelona hevur latið uppaftur í morgun, men nógv løgreglufólk eru framvegis í gøtuni.
Í nátt varð ein yvirgangsatsókn aftrat framd í havnarbýnum Cambrils sunnan fyri Barcelona, tá ein bilur koyrdi á fólk.
Sjey løgreglufólk og sivilfólk vórðu særd.
Løgreglan heldur, at samband er millum atsóknina í Cambrils og Barcelona.
Eftir øllum at døma vóru fimm mans uppi í atsóknini í Cambrils í nátt. Løgreglan skeyt fýra gerningsmenn, sum doyðu á staðnum, og tann fimti, sum eisini varð raktur, doyði seinni.
Seinasta árið hava ikki verið færri enn sjey yvirgangsatsóknir ymsa staðni í Evropa, har bilar eru brúktir at koyra á fólk.