- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vørubilur koyrt inn í mannamúgvu í Barcelona
Ein vørubilur hevur koyrt á fólk á kendu handilsgøtuni La Rambla í Barcelona í Spania.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Sambært sponsku løgregluni, hava fleiri fólk fingið skaða.
Norska kringvarpið segði fyri løtu síðani, at tvey fólk eru deyð, og vápnaðir menn hava trokað seg inn á eina matstovu og tikið gíslar.
Sjónvarpsstøðin Sky hevur eisini váttað, at tvey fólk eru deyð.
Talan er um eina yvirgangsatsókn.
Fólk eru eisini flutt burtur úr økinum.
Sambært spanska dagblaðnum El Pais, rýmdi bilførarin, sum koyrdi ein hvítan vørubil, til gongu av staðnum, og løgreglan leitar nú eftir bilføraranum.
Løgreglan hevur stongt bæði metro-støðir og tokstøðir nærindis handilsgøtuni.
La Rambla er tann gøtan í katalanska høvuðsstaðnum, har mest ferðsla er, og har mest fólk - serliga ferðafólk - eru til gongu