- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangur í Barcelona: 13 fólk deyð
Eftir øllum at døma er ein yvirgangsatsókn framd í miðbýnum í Barcelona í Spania.
Seinnapartin koyrdi ein vørubilur á fólk, sum vóru til gongu á kendu handilsgøtuni La Rambla í Barcelona.
Reuters sigur frá løgreglukeldum, at 13 fólk eru deyð.
BBC sigur, at í minsta lagi 20 fólk eru særd.
Samstundis ganga tíðindi um, at vápnaðir menn hava trokað seg inn á eina matstovu í Barcelona, og hava tikið gíslar.
Hesi tíðindi eru kortini ikki váttað.
Bilførarin, sum koyrdi vørubilin, slapp til rýmingar, og løgreglan leitar nú eftir honum.
Metrostøðir og tokstøðir nærindis La Rambla eru stongdar.
Ein talsmaður fyri løgregluna í Catalonia, sum er landsparturin, har Barcelona er høvuðsstaður, sigur við sjónvarpsstøðina CNN, at talan er eftir øllum at døma um eina yvirgangsatsókn.
La Rambla er handilsgøtan, har mesta ferðslan er í Barcelona, og nógv fólk eru eisini til gongu, serliga ferðafólk. Gøtan er meira enn ein kilometur long.