Vinnunevndin viðger fiskidagar í dag

Vinnunevndin viðger fiskidagar í dag
Vinnufeløg, fakfeløg og landsstýrismaðurin hava fingið fundarboð
Bjarni Hammer er formaður í vinnunevndini
 
07.08.2017 - 09:32

Klokkan níggju fór løgtingsins vinnunevnd at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskidagar frá 1. september til nýggjárs.

Vinnufeløg, fakfeløg og landsstýrismaðurin hava fingið fundarboð frá nevndini at siga sína hugsan.

Nevndin hevur boðsent Vága Útróðrarmannafelag, Meginfelagi Útróðramanna, Felagnum fyri Línuskip, Felagnum fyri Trolbátar, Føroya Fiskimannafelag, Fiskidaganevndini, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum møtir saman við umboðum fyri VØRN og Havstovuna.

Vilja hava eitt heilt fiskiár

Vinnan á sjónum er ímóti, at fiskidagarnir hesaferð bara verða galdandi í fýra mánaðir. 

Bæði Fiskidaganevndin og Reiðarafelagið vilja hava, at fiskidagarnir verða galdandi eitt heilt fiskiár, til 1. september næsta ár, tí kvotuskipanin er útsett til 2019.

Og tað fær vinnunevndin eisini at vita, tá umboð fyri Fiskidaganevndina og Reiðarafelagið møta á fundi at greiða frá sínum sjónarmiðum.

Løgtingið skal avgreiða lógina um fiskidagar í seinasta lagi 18. august, tí nýggja fiskiárið byrjar 1. september. 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477