- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB basti oddaliðnum
Uppá eina viku hevur HB nú vunnið á báðum oddaliðunum. Fróði Benjaminsen legði annars Víking á odda tíðliga í dystinum í dag, men við málum frá Øssur Dalbúð, Johan Troest Davidsen og Alexander Stankov vann HB annan dystin á rað.
EB/Streymur gjørdi somuleiðis ein vørr í umfarinum í dag, tá ið teir vunnu 2-1 á KÍ. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Jóannes Danielsen KÍ á odda, men innan fáar minuttir syrgdi innskifti Arnbjørn Hansen fyri tveimum skjótum málum til EB/Streym, sum sostatt vann dystin 2-1.
07 Vestur vann trý týdningarmikil stig í botnstríðnum, tá ið teir vunnu á Skála við einum máli móti ongum. Ken Fagerberg skjeyt einasta málið í dystinum stutt fyri hálvleik.
NSÍ greiddi sína skyldu á heimavølli, tá ið teir vunnu 4-0 á felagsliðnum úr Suðuroynni, og tað sama gjørdi B36, sum vann 5-2 á ÍF í Gundadali.
Úrslitini í 17.umfari gjørdust hesi:
Víkingur - HB 1-3
1-0 Fróði Benjaminsen 10'
1-1 Øssur Dalbúð 19'
1-2 Johan Troest Davidsen 55'
1-3 Alexander Stankov 83'
EB/Streymur - KÍ 2-1
0-1 Jóannes Danielsen 70'
1-1 Arnbjørn Hansen 77'
2-1 Arnbjørn Hansen 82'
NSÍ - TB/FCS/Royn 4-0
1-0 Pól Jóhannus Justinussen 14'
2-0 Jann Benjaminsen 30'
3-0 Pól Jóhannus Justinussen 44'
4-0 Petur Knudsen 81'
Skála - 07 Vestur 0-1
0-1 Ken Fagerberg 36'
B36 - ÍF 5-2
1-0 Róaldur Jakobsen 36'
2-0 Meinhard Olsen 59'
3-0 Høgni Eysturoy 62'
3-1 Kristoffur Jakobsen 63'
4-1 Patrik Johannesen 70'
5-1 Patrik Johannesen 88'
5-2 Niels Pauli Danielsen 89'
Støðan í EFFO-deildini sær nú soleiðis út:
1 | Víkingur | 35 |
2 | NSÍ | 33 |
3 | KÍ | 32 |
4 | B36 | 29 |
5 | HB | 24 |
6 | EB/Streymur | 21 |
7 | TB/FCS/Royn | 20 |
8 | Skála | 17 |
9 | 07 Vestur | 14 |
10 | ÍF | 6 |
18.umfar er á skránni fríggjakvøldið og leygardagin, og tá eru dystirnir hesir:
Fríggjakvøldið 11. august: KÍ - Víkingur
Leygardagin 12.augsut:
HB - NSÍ
ÍF - Skála
TB/FCS/Royn - B36
07 Vestur - EB/Streymur