- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan finst at Michael Gove
Bretski umhvørvismálaráðharrin Michael Gove er komin í andglettin í heimlandinum, eftir at hann hevur givið donskum fiskimonnum lyfti um, at teir kunnu fiska í bretskum øki, eftir at Bretland er farið úr ES.
Michael Gove, sum vitjaði føroyingar herfyri, hevur eisini verið á sjarmuferð í Danmark.
Og sambært umboðum fyri Danska Fiskimannafelagið skal ráðharrin á einum fundi mánadagin hava nevnt møguleikan fyri eini skiftistíð eftir Brexit, har útlendingar kunnu fiska í bretskum sjógvi.
Nakað líknandi segði hann í eini røðu í juli, skrivar bretska blaðið East Lothian Courier.
Men lyftini samsvara ikki við tað, ið ráðharrin segði í sendingini Andrew Marr Show á BBC fyrr í mánaðinum, har hann greiddi frá, at eftir ætlanini hjá stjórnini skulu eingir útlendingar fiska í bretskum sjógvi.
Andstøðan undrast
Andsøgnin hevur vakt ans hjá bretsku andssøðuni.
“Stjórnin sendir út mótsigandi signal um hvør kann koma í bretskan sjógv at fiska eftir Brexit, sigur Holly Lynch, úr andstøðuflokkinum Labour.
“Tað er alneyðugt, at stjórnin ger sína støðu greiða fyri at fyrbyrgja meiri skaða í samráðingunum við ES, hvørs viðurskifti kunnu skaða eina avtalu við bretska fiskivinnuídnaðin, skrivar bretski andstøðupolitikarin á sosialu miðlunum.
Tom Brake, umboð fyri hin andstøðuflokkin, Liberal-demokratarnar, er bersøgnari:
- Enn ein lygn frá rýmingarherferðini er avdúkað av umhvørvismálaráðharranum,” skrivar hann á sosialu miðlunum.