- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyvan limaskapur í EFTA enn á sinni
Neyvan limaskapur í EFTA enn á sinni
Hóast samgongan hevur arbeitt miðvíst við limaskapinum í EFTA, er hann ikki í eygsjón, sigur løgmaður
29.07.2017 - 15:06
Tað verður neyvan í bræði, at Føroyar gerast limur í handilsfelagsskapinum EFTA.
Tað sigur løgmaður í ískoytinum til røðuna, hann helt í dag.
Hann segði, at samgongan hevur arbeitt miðvíst við føroyskum limaskapi í EFTA.
Eisini ES
Landsstýrið hevur havt samband við bæði ráðharrar og enbætisfólk í EFTA-londunum, sum eru Noreg, Ísland, Sveis og Liktinstein.
Tað er tó lítið, sum bendir á, at føroyskur limaskapur í EFTA verður veruleiki í bræði.
Men arbeitt verður tó víðari við málinum, sigur løgmaður.
Hann segði eisini, at samráðingartilgongd verður fyrireikað fyri at fáa ein yvirskipaðan samstarvskarm við ES.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV