Verjumálaráðharrin í Svøríki heldur fram

Verjumálaráðharrin í Svøríki heldur fram
Stjórnin er umskipað, men forsætisráðharrin varðveitir verjumálaráðharran, hóast andstøðan hevur hótt við misáliti á hann
Peter Hultqvist heldur fram sum verjumálaráðharri í svensku stjórnini
 
27.07.2017 - 10:40

Svenska stjórnin er umskipað.

Fyri løtu síðani kunngjørdi svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, at fleiri ráðharrar fáa nýggjar sessir, og at aðrir fara úr stjórnini.

Tveir ráðharrar fara úr stjórnini, og tveir nýggir ráðharrar eru tilnevndir.

Triði ráðharrin, sum andstøðan ætlaði at reisa misálit móti, var Peter Hultqvist, verjumálaráðharri, men hann verður sitandi, tí forsætisráðharrin heldur ikki, at grundarlag er fyri atfinningum móti verjumálaráðharranum.

Stefan Løfven segði á tíðindafundi í Stockholm, at nú stendur til tað til andstøðuna, sum hevur meiriluta í ríkisdegnum, um hon fer at reisa misálit á Peter Hultqvist.

Reisir andstøðan misálit, má hon taka avleiðingarnar av tí, sigur forsætisráðharrin.

Kreppan tók seg upp, tí andstøðan hevði meirluta fyri misáliti á fleiri ráðharrar, eftir eina KT gølu í Svøríki, har viðkvæmar persónsupplýsingar kanska hava likið út,  tá KT-uppgávur  vórðu útveittar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109