- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingurin á Kos útskrivaður
Føroyingurin á Kos útskrivaður
Mynd: AP
25.07.2017 - 09:18
Ungi føroyingurin, sum fekk skaða í jarðskjálvtanum á griksku oynni Kos fríggjanáttina í síðstu viku, er nú útskrivaður.
Hann hevur tað gott eftir umstøðunum, sigur Uttanríkismálaráðið.
Maðurin fekk skaða í ryggin, men sambært tí, sum er upplýst, var skaðin ikki ringur.
Hann varð tó lagdur inn á sjúkrahús á Kos.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV