- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Var rasistiskur og varð útihýstur
Spælarin hevði tikið eina mynd av grønlendska landsliðsvenjaranum, Tekle Ghebrelui, á Snapchat og sett tekn av bananum og apum á myndina.
- Tí hava vit tikið spælaraloyvið frá honum fyribils, sigur formaðurin í GBU, John Thorsen, við KNR.
- Rasisma er ikki í tráð við okkara virði, og sjálvandi taka vit hesa avgerðina, sigur hann.
Landsliðsvenjarin harmast
Grønlendski landsliðsvenjarin er eisini venjari hjá liðnum B67 Nuuk.
Tað var undir einum landskappingardysti, at ein fótbóltsspælari hevði tikið myndina og sent hana til vinir og kenningar á Snapchat.
Tekle Ghebrelui er ættaður úr Eritrea har eysturi í Afrika og hevur búð í Grønlandi í 14 ár.
Sjálvur heldur hann, at hendingin er vamsilig og ósømilig.
- Eg standi eftir við einari kenslu, sum onnur illa kunnu ímynda sær, sigur hann við grønlendskar miðlar.
Afturvendandi trupulleiki
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Tekle Ghebrelui hevur verið fyri rasismu.
Í 2012 valdi hann sjálvur at steðga einum fótbóltsdysti, tí áskoðararnir róptu ókvæmisorð eftir sær.
Og undir einum dysti í fjør, róptu áskoðarar eisini eftir honum, at hann hevði einki at gera í Grønlandi.
Grønlendska landsliðið spældi seg í finaluna, tá oyggjaleikir vóru í Gotlandi í summar.
Finaluna tapti Grønland heili 6-0 fyri Isle of Man.