- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanríkisráðharri: ES trýstir Bretland
Talan er um undirstøðukervið, landbúnaðarstuðul, pensjónir til starvsfólk í ES og annað. Talan er um eina upphædd, sum kann gerast til 100 milliardir evrur.
Ikki fyrr enn Bretland hevur játtað at vera við í tí, kunnu veruligu samráðingarnar um Brexit byrja. Tað upplýsir Boris Johnson, uttanríkisráðharri.
Hann legði aftrat, at talan er um at trýsta Bretland til nakað sum er óveruligt, og tað kemur ikki upp á tal at rinda pengarnar, gjørdi hann greitt.
Vilja vera í innara marknaðinum
Boris Johnson, sum var borgarstjóri í London, var millum teirra, sum mæltu til, at Bretland fór úr ES, men hann viðgekk seinni, at ongar veruligar ætlanir vóru aftanfyri kravið.
Hann viðgongur nú, at heldur eingin verulig ætlan finst, ið skal leiða Bretland fram á leið, um samráðingarnar við ES enda úrslitaleysar. Seinni boðaði skrivstovan hjá Theresu May frá, at greiðar ætlanir eru fyri framtíðina hjá Bretlandi.
Bretland leggur í samráðingunum stóran dent á framhaldandi at vera partur av innara marknaðinum í ES, eftir Brexit. Hesa vikuna er eitt samráðingarumfar ímillum Bretland og ES, og tað skal eftir ætlan enda í dag.