- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hitabylgja í Miðjarðarhavinum
Tað er sera nógvur hiti í Suðurevropa, í støðum upp í 45 hitiastig. Tað er serliga í suðurpartinum, tað vil siga út móti Miðjarðarhavinum, sum fáa nógvan hita.
Í dag merkist hitabygjan av álvara í fleiri londum. Í støðum í Spania kemur hitin í dag heilt upp í 44 hitastig.
Hitin kann verða lívshættisligur
Miðskeiðis og í SuðurItala og á Sardinia verða um 40 hitastig í dag, og tað er sjey-átta hitastig hægri enn miðalhitin fyri hetta tíðarskeiðið.
Í djóragarðinum í Beograd í Serbia er so nógvur hiti, at neyðugt hevur verið at lata kalt vatn renna í hylin hjá áarrossunum. Og tropiskir fuglar verða spulaðir við havaslangu.
Norðmaðurin, Kjell Vaage, hevur læknaviðtalu í Noregi og í Gran Canaria. Hann sigur við norska tv2, at nógvi hitin kann vera lívshættisligur, og hann ávarar ferðafólk um nógva hitan.
Fimm litrar um dagin
- Omanfyri 42 hitastig er lívshættislig støða. Tá tú kemur til eitt øki, har tú ikki ert ílendur, tað vil siga akklimatiseraður, eru fyrilit at taka. Drekk nógv vatn, upp í fimm litrar, sigur Vaage.
Sambært norska læknanum snýr tað seg ikki bara um at drekka okkurt, men at drekka tað rætta.
- Bæði kaffi, te, cola og ikki minst rúsdrekka eru vatndrívandi, og tað kann gera støðuna verri. Halt teg burtur frá rúsdrekka í slíkum hita, sigur læknin, sambært norska tv2.