Irakiska fólkið fingið Mosul aftur

Irakiska fólkið fingið Mosul aftur
Irakiskar herdeildir hava nú rikið Islamskan stat frá valdinum í Mosul í Irak. Býurin er nú tikin allur, sum hann er
Irakiski forsætisráðharrin, Haider al-Abadi, var í gjár í Norðurirak og ynskti teimum til lukku, sum hava tikið Mosul aftur frá Islamska statinum
Mynd: AP  
 
10.07.2017 - 08:04

Irakiski forsætisráðharrin, Haider al-Abadi, var í gjár í Norðurirak og ynskti teimum til lukku, sum hava tikið Mosul aftur frá Islamska statinum. Býurin er nú tikin allur, sum hann er, stendur í eini kunngerð frá irakiska forsætismálaráðnum.

Irakiski herurin hevur fingið stuðul frá loftálopum, sum amerikansk hernaðarflogfør og sameind hjá USA hava framt. Haraftrat hava kurdiskar Peshmerga-deildir, herdeildir hjá sunni-arabiskum ættarbólkum og vápnaðir shiamuslimar verið upp í tí heri, sum byrjaði álopið á Mosul 17. oktober í fjør.

SÍ EISINI Nógv fangað í Mosul

Islamski staturin hevur havt ræðið í Mosul síðani juni mánað 2014, og tað var í moskuni har í býnum, at islamska kalifatið varð lýst. Aldargomlu moskuna bumbaðu islamistarnir sjálvir herfyri, tá teimum varð greitt, at teir fóru at missa býin.   

Seinastu vikurnar hava bardagarnir um Mosul verið frá húsi til hús, og hóast býurin nú er tikin, vóru skot at hoyra í gjár. 30 muslimskir yvirgangsmenn druknaðu í Tigris-ánni, tá teir royndu at flýggja tann vegin úr kringsetta býnum.

900.000 fólk flýggjaðu úr býnum

Síðani islamski staturin tók Mosul fyri trimum árum síðani, eru 900.000 fólk flýdd - ella helvtin av teimum, sum búðu har, áðrenn Islamski staturin tók býin.

Umframt tað, at býurin er illa farin av krígnum og helvtin av fólkinum eru farin frá húsum, eru tað serliga børnini, ið eru illa fyri - ikki mist sálarliga, tí tey hava sæð nógvar ræðuleikar.

Hjálparfelagsskapir heita tí á heimsins lond um at senda fólk til hjálpar, sum hava innlit í sálarheilsu. At Mosul er fallin merkir ikki, at Islamski staturin hevur mist alt Irak, tí enn eru tríggir býir í Anbar-landspartinum í teirra valdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109