- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samkynd kunnu nú giftast í Týsklandi
Í Týsklandi sleppa samkynd nú eisini at giftast. Samvldistingið samtykti í morgun at loyva samkyndum hjúnalag. Ein meiriluti, sum var størri enn væntað, tók undir við uppskotinum.
393 tingfólk atkjvøddu fyri og 226 ímóti. Lagt varð upp til, at tinglimirnir skuldu atkvøða eftir egnari samvitsku og vórðu ikki bundnir av støðuni hjá flokkinum. Samveldiskanslarin, Angela Merkel, atkvøddi sjálv ímóti.
Royndu at forða málinum
Tað var ein av samgonguflokkinum, SPD, sum setti málið á dagsskrá saman við andstøðuflokkunum teimum Grønu og Vinstraflokkinum.
Stjórnarflokkarnir CDU og CSU vóru ímóti og royndu at forða málinum við at krevja, at týski stýrisskipanardómstólurin fyrst bleiv spurdur, hvat hann helt um samkynt hjúnalag.
Men ein meiriluti í tinginum atkvøddi fyri at loyva samkyndum hjúnalagi í Týsklandi.