- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innferðarbann sett í verk
Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, móti seks londum í Afrika og Miðeystri, varð sett í verk í nátt.
Innferðarbannið fevnir um borgarar frá Libya, Iran, Somalia, Sudan, Sýria og Yemen. Hetta eru alt lond, har meginparturin av íbúgvunum eru muslimar. Upprunaliga var Irak eisini fevnt av innferðarbanninum, men hetta varð broytt aftur.
Fyribils í verki til oktober
Trump gjørdi longu í januar eina fyriskipan um at seta innferðarbann í verk, men síðan tá hevur málið verið aftur og fram í ymsum dómstólum, sum hava sett fyriskipanina úr gildi.
Hægstirættur gav um dagarnar grønt ljós til, at innferðarbannið partvís kann setast í verk. Fyribils til oktober, tá hoyringar skulu vera um bannið.
Innferðarbannið fevnir ikki um fólk, sum mugu metast at hava eitt reiðiligt ørindi í USA. Í viðmerkingunum verða nevnd kona og vermanna. Eisini lesandi á universiteti og starvsfólk, sum hava sáttmála við eina fyritøku í USA.