Rannvá og Niclas í hálvfinaluni

bannari
Rannvá og Niclas í hálvfinaluni
Rannvá Djurhuus Carlsson og Niclas Eysturoy hava spælt seg í hálvfinaluna í blandaðum tvímansleiki í badminton
Rannvá D. Carlsson og Niclas Eysturoy vunnu fjórðingsfinaluna í blandaðum tvímansleiki sannførandi 2-0 á Grønlandi
Mynd: Lív Mortensen  
 
29.06.2017 - 12:46

Badmintonspælararnir hava úr at gera í dag, og nógvir dystir eru á skránni. Fyri lítlari løtu síðani spældu Rannvá Djurhuus Carlsson og Niclas Eysturoy seg í hálvfinaluna í blandaðum tvímansleiki. 

Tey vunnu dystin 2-0 við settúrslitunum 21-13 og 21-14 í móti Grønlandi. Tað var ongantíð nakar ivi um, at føroyingarnir fóru at vinna dystin, tí tey bæði høvdu tamarhald allatíðina, og vunnu tey eisini greitt.

Umframt hálvfinalu í blandaðum tvímansleiki, skal Rannvá Djurhuus Carlsson eisini spæla hálvfinalu í einmansleiki í dag. Tað skal Bartal Poulsen eisini. 

So um alt gongst eftir vild, er møguleiki fyri, at Føroyar verða í finalunum í einmansleiki hjá bæði monnum og kvinnum og í blandaðum tvímansleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017