- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um eldur varð settur á
Kanna um eldur varð settur á
Til samans átta bilar stóðu í ljósum loga í norska høvuðsstðanum, Oslo, í nátt
Mynd: NRK/NTB
21.06.2017 - 09:44
Sløkkiliðið í Oslo hevur sløkt eldarnar, og løgreglan kannar nú málið. Fyrst var eldur í einum bili, men so breiddi eldurin seg eisini til aðrar bilar.
Bilarnir stóðu í íbúðarøki í býarpartinum, Gamle Oslo, men vandi var ongantíð á ferð um at eldurin skuldi breiða seg til bygningarnar. Løgreglan kannar málið sum eldáseting.
Fyrr um náttina var eldur í tveimum persónbilum, og løgreglan kannar, um samband er millum eldarnar og aðrar eldar í býnum seinastu tíðina, sigur Rune Ullsand, talsmaður fyri løgregluna í Oslo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV