- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur til Kosovo
Føroyameistarin í fótbólti, Víkingur, skal spæla ímóti meistaranum úr Kosvo, Trepca 89, í fyrsta umfari í Champions League kappingini. Lutakastið var avgreitt í Nyon í Sveis fyrr í dag.
Kappast hevur verið í sjálvstøðugari kapping í Kosovo síðani 2007, og Trepca 89 vann sítt fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins fyrr í ár.
Víkingur hevur heimavøll í fyrra dystinum, sum verður spældur antin 27. ella 28. juni. Útidysturin verður 3. ella 4.juli
Tað er eisini greitt, hvørjum Víkingur møtir, um felagsliðið úr Leirvík og Gøtu spælir seg víðari.
Víkingur skal spæla ímóti íslendsku meistarunum FH úr Havnarfirði, sum hevur føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, í hópinum.