- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin meirilutan í tinginum
Tað er greitt, eftir seinna valumfar, sum var í gjár. Macron og samstarvsfelagara fáa 350 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum, sigur Ritzau-tíðindastovan.
La République en Marche, sum er rørslan hjá Macron, fær 308 sessir, og samstarvsfelagin Modem fær 42 sessir. 289 sessir krevjast fyri at hava reinan meirluta.
Republikanararnir eru næststørsti flokkur við 113 sessum. Sosialistaflokkurin fekk bara 29 sessir í mun til 290 flokkurin annars hevði farna valskeið.
Front National hjá Marine Le Pen fekk bert átta sessir. Ein av teimum eigur Marine Le Pen, sum tískil er vald í tjóðartingið fyri fyrstu ferð. Valluttøkan í Fraklandi var 42,6 prosent, og er tann lægsta í nógv ár.