- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýria: Væntandi stuðul hóttir milliónir av børnum
Sýria: Væntandi stuðul hóttir milliónir av børnum
Væntandi stuðul hóttir milliónir av børnum í Sýria, sigur Unicef. Stovnurin hevur bert fingið ein fjórðapart av pengunum sum eru neyðugir
17.06.2017 - 15:08
Yvir 9 milliónir børn í Sýria og í grannalondunum, fáa ikki neyðugu hjálpina, tí eingir pengar eru, og tey eru øll hótt. Stovnurin heldur at kreppan í Sýria er tann ringasta hjá felagskapinum nakrantíð.
1,2 milliónir børn hava tørv á reinum vatni og 5,4 milliónir onnur børn hava tørv á hjálp til reinføri, og til heit klæði.
Meir enn sjey ár eru liðin síðani kríggið í Sýria byrjaði, og higartil hava 320.000 fólk latið lív. Fleiri milliónir fólk eru flýdd heimanífrá.
Fleiri royndir eru gjørdar at fáa frið í lag, men higartil til fánýtis.
Vandi er fyri at eitt heilt ættarlið av ungum í Sýria, fer fyri bakka, og at tey ongantíð koma fyri seg aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV