Grindin var stór - drápið var skjótt

Grindin var stór - drápið var skjótt
164 hval løgdu beinini í Sandágerði í gjár. Ein lítil ósemja var, um hon skuldi haldast til í havn ella í Skálabotni.
Finnbogi Midjord
 
17.06.2017 - 12:02

Grindin, sum varð hildin til í Sandagerði í gjár var 164 hval og hon varð býtt í 1707 drápspartar. Seðlarnir komu út kl. 23, og stutt eftir var liðugt at skera upp.

Grindin var fyrst sædd eystanfyri Nólsoynna seinnapartin í gjár, og tað gekk skjótt og væl at reka. Drápið tók bara 15 minuttir hóast grindin var hampuliga stór, sigur Finnbogi Midjord sýslumaður.

Ein lítil ósemja stakk seg upp, meðan grindin varð rikin, váttar Hanus Højgaard, grindaformaður.

Spurningurin var um grindin skuldi rekast á Sandagerð, ella inn á Skálabotn, sum nýliga er fyribils góðkend sum hvalvág.

Men grindin var nærri Sandagerði, og sjóvarfallið talaði eisini ímóti, at hon skuldi inn á Skálabotn. Tí varð gjørt av, at reka hana á Sandagerð, sigur Hanus Højgaard, grindaformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119