- Tíðindi, mentan og ítróttur
17 deyð - talið verður helst størri
17 fólk eru higartil deyð í eldinum, sum var í einum stórum íbúðarbygningi í London gjár.
- Eg má tíverri vátta, at 17 fólk eru deyð, og talið fer væntandi at hækka. 37 fólk eru framvegis til viðgerðar á sjúkrahúsi. Hjá 17 teirra er støðan hættislig, segði løgregluovastin í London fyri løtu síðani.
Óvist hvussu nógv eru deyð
Sløkkiliðið í London upplýsir, at ætlanin er at fara at leita eftir fólki í bygninginum við servandum hundum. Tey siga seg vita, at fólk liggja deyð í bygninginum, men einki tal varð nevnt.
Tað er serliga á teimum trimum ovastu hæddunum at bjargingarfólkini ikki hava nóg neyva vitan, tí haðani kom eingin á lívi, skriva bretskir miðlar.
Tey, sum komu frá stóra eldinum í London í gjár, hava í nátt hildið til á ymsum plássum í býarpartinum og hjá privatfólki, sum hava boðið teimum at koma inn.
600 fólk í bygninginum
Kommunan roynir at fáa fólkunum innivist og hevur higartil funnið nýggjan bústað til 44 familjur. Tað er framvegis ógreitt, hvussu nógv fólk vóru í bygninginum tá eldurin kyknaði, men tosað verður um eini 600 fólk.
Nógv av teimum eru framvegis ikki komin afturíaftur. Hildið verður, at tað kann taka fleiri dagar, helst vikur at fáa tamarhald á støðuni, og tí verður ikki roknað við, at nakar verður funnin á lívi.
Nógv verður tosað um ógvusliga eldin, tí fólk sum búðu í bygninginum í fleiri førum hava gjørt vart við væntandi trygdina.
Eldurin breiddi seg skjótt
Í fjør varð bygningurin klæddur av nýggjum, men eldurin breiddi seg so skjótt, at spurnartekin nú verður sett við, um klædningurin var úr sera eldfimum evni.
Hildið verður, at eldurin kyknaði umleið á fjórðu hædd, og breiddi seg við rúkandi ferð upp eftir bygninginum. Okkurt blað skrivar, at tað tók ikki meir enn eitt korter til bygningurin stóð í ljósum loga.
Myndugleikarnir vilja ikki gera viðmerkingar til, hvar eldurin møguliga kyknaði, men einki bendir á, at talan var um yvirgang. Í bretskum miðlum verður bygningurin skýrdur deyðsfellan.