- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í íbúðarhúsi í London
Yvir 200 sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa tamarhald á eldinum í einum stórum bygningi í London, sum er í 27 hæddum og sum hevur 120 íbúðir.
Sløkkiliðið sigur støðuna vera ógvusliga, tí tað tykist at vera torført at fáa fólk úr bygninginum, sum stendur í ljósum loga.
Fólk sum eru á staðnum siga, at fólk sum eru fingin úr bygninginum, renna runt og leita eftir næstringum, sum tey ikki finna.
Løgreglan hevur eisini nógv fólk á staðnum, og eisini hon metir støðuna álvarsliga.
Eldur kom í høga bygningin í nátt, men enn torir eingin at siga, hvør orsøkin til eldin kann vera.
Tíðindastovur skriva at 30 fólk eru flutt á sjúkrahús, men eingin tykist enn vita, hvuss unógv fólk vóru í bygninginum tá eldur kom í.