- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldsbrunin í London hevur kravt mannalív
Fleri fólk eru deyð í eldsbrunanum í íbúðarháhúsinum Grenfell Tower í býarpartinum Kensington i London og meira enn 50 fólk verða viðgjørd á sjúkrahúsi, siga myndugleikarnir.
Enn er tó ikki nóg gott yvirlit yvir støðuna.
Tilsamans eru 120 íbúðir í húsinum og hæddirnar eru 27 í tali.
Eldurin breiddi seg skjótt
Eldurin varð fráboðaður stutt aftaná midnátt í gjárkvøldið, og breiddi seg skjótt um allan bygningin. Eygnavitni siga seg hava sæð fólk leypa út ígjøgnum vindeyguni fyri at bjarga sær undan eldinum.
200 sløkkiliðsfólk eru til arbeiðis, og eldsløkkingarstjórin í London, Dany Cotton, sigur eldin vera tann størsta, hon hevur sæð tey 29 árini, hon hevur arbeitt hjá brandmyndugleikunum í býnum.
Íbúðarhúsið Grenfell Tower er bygt í sjeytiárunum, men er nýliga umvælt.