- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta verður nú bannað í Madrid
Bannið í Madrid kemur í kjalarvørrinum á atfinningum frá kvinnurørsluni, Mujeres en Lucha (Kvinnur í stríði), sum átala, at menn í Madrid gleiva í almenna rúminum.
Kvinnurørslan heldur, at tað er óhóskandi atburður, tá menn, ið brúka almennu flutningsfeløgini, gleiva, tá teir sita niðri, tí tað verður ikki góðtikið, um kvinnur gera tað.
- Hugtakið, ið nevnist "Manspreading," ger mismun á kynunum. Vit halda, tað hjálpir at seta orð á trupulleikan, sigur ein talskvinna fyri flokkin, Podemos, ið legði uppskotið fyri býráðið í Madrid.
Skelti sett upp
Herferðin hjá kvinnurørsluni hevur longu fingið undirtøku í býráðnum í spanska høvuðsstaðnum. Skelti eru sett upp í bussum og tokum, ið heita á menn um ikki at gleiva, tá teir sita.
Meira enn 10.000 fólk í Madrid hava fyribils skrivað undir eina áheitan til myndugleikarnar um at banna monnum at gleiva, tá teir brúka almenn flutningsfeløg í spanska høvuðsstaðnum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ljós verður varpað á "trupulleikan." Almenna flutningsfelagið í New York heitti í 2014 eisini á menn um ikki at gleiva í almenna rúminum.