- Tíðindi, mentan og ítróttur
66.000 tons av makreli býtt í Grønlandi
66.000 tons av makreli býtt í Grønlandi
13 reiðarí hava fingið kvotu
11.06.2017 - 12:14
Grønlendska landsstýrið hevur býtt makrelkvoturnar fyri í ár, sum eru til samans umleið 66.000 tons. Og tey, sum hava fingið kvotu, eru 13 reiðarí, sum eru býtt í tveir bólkar.
Annar bólkurin er níggju grønlendsk skip, sum skulu býta 46.000 tons. Hin bólkurin eru fimm reiðarí, sum ikki eiga skip. Hesi reiðaríni leiga útlendsk skip at fiska, og tey hava fingið 4.000 tons av makreli í part.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV