- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsbankastjórin settur
Malan Johansen er sett sum stjóri í Landsbankanum. Hon hevur røkt stjórastarvið fyribils, síðani Landsbankin varð endurstovnaður á nýggjárinum.
Fimm umsóknir vóru til starvið. Malan Johansen er 50 ára gomul. Hon er útbúgving Cand. merc., Msc í Management, og hon hevur eisini diplomútbúgving í journalistikki.
SÍ EISINI Lítil áhugi fyri stjórastarvinum
Fimm umsóknir vóru til starvið, og setanarnevndin metti, at Malan Johansen hevði bestu formligu leiðsluførleikaranar og leiðsluevnini at røkja stjórastarvið í Landsbankanum, stendur í tíðindaskrivi.
Malan Johansen hevur frammanundan drúgvar royndir á fíggjarøkinum og leiðsluroyndir í privatum virki og almennari fyrisiting.
Malan Johansen hevur eisini verið við í tilgongdini at endurstovna Landsbankanum. Fimm fólk starvast í Landsbankanum.