Kommunan fekk viðhald

Kommunan fekk viðhald
Tórshavnar kommuna kann selja nøkur av grundøkjunum á Hamrabøi í Kollafirði fyri minni enn tað, sum grundøkini kosta at fáa til vega
Heilsu- og Innlendismálaráðið metir, at Tórshavnar kommuna á haldgóðan hátt hevur grundgivið fyri, hví tað er ráðiligt at selja til undir kostprís, heldur enn at bíða eftir hægri prísi um nøkur ár
 
08.06.2017 - 15:50

Tað avgerðina hevur Heilsu- og Innlendismálaráðið tikið, eftir at minnilutin í kommununi, kærdi samgonguna í býráðnum fyri at selja grundøkini fyri minni enn tað, sum tey kosta.

Minnilutin førdi fram, at við tí avgerðini skuldu onnur fólk í kommununi rinda fyri at nøkur fingu bíligari grundøki. Býráðssamtyktin snúði seg um at tilluta part av útstykkingini á Hamrabøi í Kollafirði eftir bíðilistanum fyri eitt mett søluvirði, sum var lægri enn kostprísurin.

Minnilutin vildi hava grundøkini seld fyri kostprís. Tórshavnar kommuna metti ikki, at tað bar til at fáa kostprís fyri stykkini. Tvær meklarafyritøkur virðismettu tí stykkini, og niðurstøðan varð ein prísur uppá 457 krónur fermeturin.

SÍ EISINI Mál um grundstykki endar nú sum kæra

Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur, at um ein kommuna hevur keypt grundøki og gjørt tey byggibúgvin út frá tí meting, at hetta er fíggjarliga ráðiligt, men at tað seinni vísir seg, at tað mest fíggjarliga ráðiliga er at selja grundstykkini, hóast marknaðarprísurin ikki dekkar samlaðu útreiðslurnar, so er ein tílík søla lóglig.

Heilsu- og Innlendismálaráðið metir, at Tórshavnar kommuna á haldgóðan hátt hevur grundgivið fyri, hví tað er ráðiligt at selja til undir kostprís, heldur enn at bíða eftir hægri prísi um nøkur ár.

Ráðið metir tað torført at hugsa sær, at tað kundi verið gjørligt at fingið hægri prís um nøkur ár. Heilsu- og Innlendismálaráið metir tí ikki, at grundarlag er til at gera meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212