- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størsti fólkaskúlin nýggjan stjóra
Søkt verður nú eftir stjóra til størsta fólkaskúlan í landinum, Skúlan á Fløtum, í Havn. Hanus Joensen, sum hevur verið skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðani í Skúlanum á Fløtum, gevst í summar.
Skúlin á Fløtum fatar um Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman á nýggjárinum í 2015. Í Skúlanum á Fløtum ganga tilsamans 775 næmingar í 1. til 9. flokki.
Ætlanin er, at skúlin frá 2020 eisini skal hava forskúla. Í skúlanum starvast 63 lærarar í føstum starvi. Farið er undir at byggja nýggjan bygning til Skúlan á Fløtum, sum er ætlaður til 850 næmingar.
Skal setast 1. august
Umsøkjarar til skúlastjórastarvið skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt leiðsluroyndir.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og lønin er slakar 50.000 krónur um mánaðin umframt 17 prosent í eftirløn.
Starvið verður sett frá 1. august. Tað verður sáttmálasett uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan. Freistin, at søkja starvið sum stjóri í Skúlanum á Fløtum, er 19. juni.