Fleiri viljavinna vatn burturúr Sumbiartunlinum

Fleiri viljavinna vatn burturúr Sumbiartunlinum
Fimm umsóknir eru komnar, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Skráseting Føroya, ið tekur sær av útlutanini av loyvum
 
04.06.2017 - 12:31

Freistin, at søkja um at gagnnýta vatnið, sum rennur í tunlinum, var úti hósdagin..Talan er um vatn, sum rennur úr rivum og øðrum lekum inni í Sumbiartunlinum. Enn er ikki avgjørt, um talan verður um eitt ella fleiri loyvi. 

Loyvið at gagnnýta vatnið í Sumbiartunlinum varð lýst leyst herfyri, tí tann sum hevði loyvið, brúkti tað ikki. Arbeiðið at vinna út vatnið í tunlinum hevði ligið stilt í nøkur ár. 

Loyvi kallað innaftur

Av tí at virksemið hevur ligið stilt, varð avgjørt at kalla loyvið inn aftur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Skráseting Føroya. Innkomnu umsóknirnar verða nú gjøgnumgingnar.

Miðað verður eftir at taka avgerðina um loyvið innan summarfrítíðina, men tað kann vera, at tað dregur út til seinni í summar, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Skráseting Føroya.

Bæði feløg og einstaklingar kunnu søkja. Kravið er, at teir hava bústað ella eru skrásett í Føroyum ella umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. Tað vil siga, at persónar og feløg í íslandi kunnu eisini søkja. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212