Tunnilsgjaldið verður ikki strikað

Tunnilsgjaldið verður ikki strikað
Tað verður ikki ókeypis at koyra í teimum báðum undirsjóvartunlunum í hesum umfarinum
 
31.05.2017 - 08:16

Løgtingið feldi í gjár uppskotini hjá Sambandsflokkinum um, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða latnir landinum ókeypis ávikavist 1. mai í ár og 1. mai næsta ár.

Og somu dagar fellur bummgjaldið burtur, tað var 1. mai í ár í Vágatunlinum og 1. mai 2018 í Norðoyatunlinum.

SÍ EISINI Krevja ókeypis koyring

Fyri at fáa landskassanum pengar til at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar, tá bummgjaldið er strikað, mælti Sambandsflokkurin samstundis til at hækka vektgjaldið og gjaldið á bensini og dieseli. 

Sambandsflokkurin væntaði eisini, at tríggjar milliónir krónur verða spardar, tá feløgini, ið hava umsitið tunlarnar, verða tikin av. Níggju atkvøddu fyri uppskotunum hjá Sambandsflokkinum og 16 ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212