- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst 20 særd eftir bumbuspreinging
Í minsta lagi 20 fólk eru særd av eini bumbuspreinging á einum sjúkrahúsi í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok. Tað upplýsir teilendska løgreglan.
Bumban brast á trý ára degnum fyri hernaðarkvettið í 2014. Eingin hevur átikið sær skyldina av spreingingini á sjúkrahúsinum, sum fyrst og fremst pensjóneraðir heryvirmenn nýta.
Greinin heldur fram niðanfyri
A bomb explosion at a hospital in Bangkok has injured 24 people, police in Thailand say https://t.co/EsuxJHC8Xx
— Sky News (@SkyNews) May 22, 2017
Ein talsmaður fyri stjórnina sigur, at 24 fólk eru særd. Battarí og leidningar eru funnin á staðnum, og hildið verður, at tey hava verið nýtt til at gera bumbuna.
Teiland hevur verið syndrað síðani hernaðarkvettið 22. mai í 2014. Fyri einari viku síðani brast ein bumba uttan fyri tjóðleikhúsið í Bangkok. Tvey fólk vórðu særd.