- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samd um nýggja oljuavtalu
Samd um nýggja oljuavtalu
Saudiarabia og Russland eru komin ásamt um at leingja avtaluna um at avmarka oljuframleiðsluna til seinast í mars næsta ár
16.05.2017 - 17:42
Tað upplýsa oljumálaráðharrarnir í báðum londum sambært Reuters. Galdandi avtalan millum OPEC, og onnur stór oljulond, sum ikki eru limir í OPEC, fer úr gildi í summar.
Endamálið við at avmarka framleiðsluna er at tryggja støðugar ella hægri oljuprísir. Saudiarabiski oljumálaráðharrin og russiski starvsbróður hansara siga í eini felags yvirlýsing, at teir mæla eisini hinum oljulondunum til at leingja avtaluna.
Í desember komu OPEC-londini og tey 11 londini, sum ikki eru limir í OPEC, ið er felagsskapurin hjá londunum, ið framleiða olju, ásamt um, at skerja oljuframleiðsluna í ár 1,8 milliónir tunnur um dagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV