- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: May vinnur stórsigur
Konservativi flokkurin hjá Theresa May fer at fáa 47 prosent av atkvøðunum, meðan Labour fær 30 prosent, vísir ein nýggj meiningakanning.
Liberali flokkurn fær undirtøku frá sjey prosentum og ES fíggindaliga sinnaði flokkurin, Ukip, fær fýra prosent. Ukip stendur til at hava stóra afturgongd, tí á valinum í 2015 fekk flokkurin 13 prosent av atkvøðunum.
Tað var Ukip-flokkurin, sum stóð á odda fyri tilgongdini, at fáa Bretland úr ES, Síðani fólkaatkvøðuna í fjørsummar, tá bretar valdu at fara úr ES, er flokkurin minkaður niður í einki.
Kanningin vísir, at meir enn helvtin av veljarunum hjá Ukip nú fara at velja Konservativa flokkin. Tað verður tikið sum tekin um, at tey vilja hava sum frægast burturúr, nú Theresa May fer undir samráðingar við hini ES londini um Brexit.