- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er nýggi forsetin í Fraklandi
Emmanuel Macron verður nýggjur forseti í Fraklandi. Hann vann stórsigur á seinna valumfarinum í gjár, og fekk góð 66 prosent av atkvøðunum, meðan Marine Le Pen fekk sløk 44 prosent.
Valluttøkan var 75 prosent, sum var tann lægsta síðani í 1969 og næstan 10 prosentstig av atkvøðunum vóru blankar. Fyrra valumfarið var 23. apríl, og tey bæði sum fingu flest atkvøður fóru víðari til seinna umfarið.
Valhølini lótu aftur klokkan 8 í gjárkvøldið, og tað gekk ikki long tíð, til Marine Le Pen ynskti Macron tillukku við sigrinum. Macron, sum er 39 ára gamal, er yngsti forsetin í fronsku søguni.
SÍ EISINI Frakland er á einum vegamóti
Tað er bara eitt ár síðani at Macron stovnaði rørsluna Fram, sum grundarlag fyri forsetavalinum. Hann var eitt skifti fíggjarmálaráðharri í sosialistisku stjórnini, men fór til val sum miðpolittikari, ið stuðlar ES og globaliseringina.
Emmanuel Macron vann fyrra valumfarið við 24 prosentum av atkvøðunum, meðan Le Pen fekk góð 21 prosentstig.
Macron fær úr at gera fyrstu tíðina, tí hann skal takast í eið sum forseti í seinasta lagi um 10 dagar, og longu í juni verður tjóðartingsval, tað verður 11. og 18. juni.
SÍ EISINI Macron hevur beina kós Framá
Tjóðartingsvalið verður avgerandi, og Macron hevur fyri neyðini at Fram vinnur tað valið eisini, um hann skal hava møguleikar at føra tann politikkin, sum hann hevur sett sær fyri.
Í Fraklandi er tað ikki forsetin, sum einsamallur hevur valdið. Hann skal býta valdið við forsætisráðharran, og er hann ikki úr hansara egna flokki, kann tað gerast torført at reka ætlaða politikkin.
Men rørslan Fram byrjar við ongum, tí rørslan hevur ikki umboð í tjóðartinginum, og tí verður tjóðartingsvalið avgerandi fyri framtíðina hjá Fraklandi.