- Tíðindi, mentan og ítróttur
Franska forsetavalið ávirkar oljuprísin
Prísurin á olju hækkar í morgun, eftir at Macron vann franska forsetavalið og OPEC-londini hava boðað frá, at avtalan, um at minka um søluna av olju, heldur fram.
Olju- og orkumálaráðharrin í Saudiarabia boðaði um vikuskiftið frá, at avtalan, sum OPEC-londini gjørdu um at minka søluna av olju, fer at halda fram restina av árinum og helst eisini inn í 2018.
SÍ EISINI Oljuprísurin fer at hækka aftur
Hóast amerikanska sølan av sonevndu skiferoljuni hevur tikið broddin av avgerðini hjá OPEC-londunum um at skerja oljusøluna, so halda londini fast um avtaluna, segði ráðharrin.
Greinarar hava sagt, at harða kappingin á oljumarknaðinum, ið seinastu tíðina hevur lækkað prísin, ikki stavar frá teimum grundleggjandi marknaðarkreftunum, men frá øðrum viðurskiftum.
Oljuprísurin hækkar ella lækkar alt eftir hvussu stórar oljugoymslurnar eru í teimum ymsu londunum, og tað fer sum frálíður á laga seg av sær sjálvum, sigur ein australskur greinari.