- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra amerikanarar afturhildnir í Norðurkorea
Norðurkoreanskir myndugleikar hava tikið avgerð um at halda enn einum amerikanskum ríkisborgara aftur. Tað skrivar tíðindastovan KCNA, sambært Ritzau.
Amerikanarin, Kim Hak Song, sum arbeiddi á lærda háskúlanum fyri Vísind og Tøkni í høvuðsstaðnum, Pyongyang, er handtikin, tí hann er undir illgruna fyri at skaða norðurkoreansk áhugamál, stendur í eini fráboðan frá norðurkoreanskum myndugleikum.
Verður fráboðanin váttað, so er talan um fjórða amerikanska ríkisborgaran, sum verður hildin aftur í afturlatna landinum, skrivar Reuters.
Tríggir aðrir afturhildnir
Ein annar amerikanari, Kim Sang Dok, varð afturhildin síðst í apríl í PyongYang. Hann var gesta-fyrilestrarhaldari á sama lærda háskúla í Pyongyang, og løgreglan handtók hann, tá hann skuldi av landinum aftur.
Hinir báðir amerikansku fangarnir eru ein háskúlalesandi og ein prestur - báðir hava fingið áralangar fongsulsrevsingar.
Viðurskiftini millum USA og Norðurkorea hava verið serliga spent seinastu mánaðirnar, eftir at bæði londini hava hótt við rakett-álopum.