Vilja taka hægri útbúgving í Føroyum

Vilja taka hægri útbúgving í Føroyum
Kanning vísir, at 40 prosent av teimum ungu vilja taka útbúgving í Føroyum
 
06.05.2017 - 13:53

Næmingar á miðnámsskúlunum vilja helst lesa í Føroym, tá tey skulu undir hægri útbúgving. Tað vísir nýggj kanning, skrivar Miðnámsrit.

Kanningin vísir, at 40 prosent av teimum ungu vilja taka eina útbúgving í Føroyum. Á øðrum plássi kemur Danmark við 35 prosentum, men langt er niður til nummar trý, sum er Bretland við 12 prosentum. 

Í 2014 var sama kanning gjørd, men tá vóru tølini øvug. Tá var Danmark framman fyri Føroyar, skrivar Miðnámsrit.

Kanningin er gjørd á miðnámsskúlunum í Havn, Klaksvík og Hovi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417