Borgarstjóralønin hjá Jógvani Skorheim hækkar

Borgarstjóralønin hjá Jógvani Skorheim hækkar
Av tí at fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er farið upp um 5.000, fáa bæði borgarstjórin og býráðslimirnir í Klaksvíkar kommunu meiri í løn
 
06.05.2017 - 08:45

Borgarstjórin í Klaksvík fær nú góðar 52.000 krónur um mánaðin. Tað samtykti Klaksvíkar býráð á fundi hóskvøldið. 

Samsýningarnar hjá býráðslimunum hækka eisini, eftir at Húsa og Klaksvíkar kommunu løgdu saman á nýggjárinum, og býráðslimirnir fáa umleið 10.000 krónur um mánaðin.

Sambært kunngerðini um kommunustýrislimir verða lønir og samsýningar ásettar eftir fólkatalinum í kommununum.

37. lønarflokkur

Kunngerðin sigur, at borgarstjórar í kommunum, ið hava millum 1.500 og 4.999 íbúgvar, fáa løn, ið svarar til 37. lønarflokk í sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og landið.

Tað svarar til umleið 47.800 krónur um mánaðin. Borgarstjórar í kommunum við millum 5.000 og 9.999 íbúgvum fáa løn sambært 38. lønarflokki, og knappar 52.000 túsund krónur um mánaðin.

Fólkatalið í Klaksvík fór upp um 5.000, tá Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna løgdu saman á nýggjárinum, og tí hevur Klaksvíkar býráð samtykt at hækka lønina hjá borgarstjóranum.

Annika best lønti borgarstjórin

Lønin hjá borgarstjóranum er hækkað við 4.000 krónum og samsýningin hjá býráðslimunum er hækkað við 3.000 krónum.

Best lønti borgarsstjóri í Føroyum er borgarstjórin í Havn, tí sambært kunngerðini um samsýning til kommunustýrislimir, so fáa borgarstjórar í kommunum, ið hava 10.000 íbúgvar ella fleiri, løn, ið svara til 39. lønarflokk hjá tænastumannafelagnum, og tað eru góðar 55.600 krónur um mánaðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859