- Tíðindi, mentan og ítróttur
Órógv á Sernámi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0155_1.jpg?itok=xqJEUi2j)
Orsøkin er, at stjórin á Sernámi, Emmy Joensen, er sjúkrameldað, samstundis sum varastjórin, Harriet Hansen, er í farloyvi.
Tey, sum nú skulu stjórna Sernámi, eru Magnus Tausen, sum verður stjóri, Frida Poulsen, sum verður fakligur leiðari, og Anna Kass, sum verður fíggjarleiðari.
Tey starvast øll í Mentamálaráðnum. Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar, at nýggj leiðsla verður á Sernámi, tað sum eftir er av skúlaárinum.
Hann sigur, at órógv hevur verið á stovninum seinastu tíðina, og tá hvørki stjórin ella varastjórin eru tøkar, metti Mentamálaráðið tað vera rættast at seta fólk í ráðnum at stjórna Sernámi, í fyrsta umfari til summarfrítíðina.