Tað er langt millum tey

Tað er langt millum tey
Eingi tekin eru um politiskar loysnir eftir toppfundin millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, í gjár
Tað er framvegis langt millum sjónarmiðini hjá Putin og Merkel um viðurskiftini í Ukraina og Sýria
Mynd: AP  
 
03.05.2017 - 09:19

Tað er framvegis langt millum sjónarmiðini hjá Putin og Merkel um viðurskiftini í Ukraina og Sýria. Týski samveldiskanslarin nýtti høvi at heita á russiska forsetan um at lata samkyndum í Kekenia størri rættindi.

Angela Merkel nevndi rættin at mótmæla, og hon vísti eisini á, at hægtirættur í Russlandi hevur sett Jehova Vitnum forboð fyri at virka.

Skerja rættindi hjá samkyndum

Funnist verður at Putin og russisku stjórnini fyri at skerja rættindi hjá samkyndum. Men hesum vísir russiski forsetin aftur. Hann sigur, at øll hava somu rættindi í landinum.

Angela Merkel gjørdi greitt, at Minsk-avtalan, sum er grundarlagið undir friðarætlanini fyri Ukraina, eigur ikki at verða sett úr gildi. Russland og Týskland eru millum londini, sum gjørdu hesa avtaluna.

- Tørvur er á vápnahvíld, tí hon er avgerandi fyri friðartilgongdina í Ukraina, segði týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, eftir fundin við Vladimir Putin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109