- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er størri spenningur í oddinum
Í Gundadali var stórur spenningur og dramatikkur til seinasta bríksl í dystinum millum HB og Víking endaði við 2-2 javnleiki.
Bólturin lá annars eisini í HB-málinum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, og tá mundu flestøll halda Víking hava vunnið bæði sigurin og oddasessin í landskappingini. Men málið varð kolldømt, og sostatt býttu liðini stigini javnt millum sín.
NSÍ gjørdist fyrsta liðið at vinna á suðringum við Stórá í ár. Dysturin endaði 3-1 til gestirnar úr Runavík, sum nú av álvara melda seg uppí oddastríðið.
Í Klaksvík vann KÍ ársins fyrsta sigur á heimavølli, tá ið EB/Streymur vitjaði við Djúpumýru. Sjálvt um KÍ stóð fyri tí mesta gjøgnum allan dystin, so kom einsamalla málið ikki fyrrenn beint fyri leiklok.
Í Sørvági samdust 07 Vestur og Skála um javnleik. Dysturin endaði 1-1, og sostatt er málturkurin hjá Skála loksins av.
Fimti dysturin í sætta umfari varð avgreiddur í gjár, tá ið B36 vann 4-0 á ÍF í Gundadali.
Úrslitini í sætta umfari gjørdust hesi:
Suðuroyaliðið - NSÍ 1-3
0-1 Klæmint A. Olsen 4'
0-2 Jonleif Højgaard 39'
1-2 Poul Ingason 69'
1-3 Per Langaard 77'
HB - Víkingur 2-2
0-1 Hans Pauli Samuelsen 24'
1-1 Ári Mohr Jónsson 44'
1-2 Gert Hansen 75'
2-2 Alexander Stankov
KÍ - EB/Streymur 1-0
1-0 Albert Adu 88'
07 Vestur - Skála 1-1
1-0 Holgar Durhuus 60'
1-1 Pætur Dam Jacobsen 76'
B36 - ÍF 4-0
Støðan í EFFO-deildini, nú øll liðini hava spælt seks dystir:
1 | Víkingur | 12 |
2 | Suðuroyaliðið | 12 |
3 | KÍ | 10 |
4 | NSÍ | 9 |
5 | B36 | 7 |
6 | HB | 7 |
7 | 07 Vestur | 7 |
8 | ÍF | 5 |
9 | Skála | 4 |
10 | EB/Streymur | 4 |
Komandi umfar verður spælt leygardagin 6. maj, og tá eru dystirnir hesir:
HB - Suðuroyaliðið
NSÍ - Skála
KÍ - ÍF
EB/Streymur - B36
Víkingur - 07 Vestur