- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar kommuna vil hava hospice
Tórshavnar kommuna vil hava hospice
Býráðið í Havn heitir á Heilsumálaráðið um at skipa hospice í Havnini
29.04.2017 - 10:02
Áheitanin varð einmælt samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið. Hospice er eitt heim fyri deyðsjúk fólk.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ætlar at seta arbeiðsbólk at kanna millum annað, um hospice skal setast á stovn í Føroyum.
Einki hospice er í Føroyum.
Í samgonguskjalinum hjá býráðsmeirilutan í Havn stendur, at kommunan saman við landsmyndugleikum útvegar hóskandi høli til hospice.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV