- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks skip landa í næstu viku
Tað verður mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum og eitt er við Ísland.
Eitt ísfiskalínuskip, sum hevur fiskað við Ísland, landar eisini í næstu vikuni. Tað hevur ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
Viðvíkjandi útróðri, so er streymurin harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan líður. Veðrið verður gott, so tí væntar Fiskamarknaðurin nakað av útróðri.
Ein djúpvatnstrolari er farin at partrola eftir upsa. Ein fiskar blálongu og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva.
Restin liggur við bryggju, men onkur fer út í næstum.
Flestu partrolararnir eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er framvegis smáligur. Partrolarnir koma inn sum vikan líður. Trý pør fiska gullaks.
Fimm trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu, og nakað av flatfiski. Teir landa helst miðskeiðis í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tey koma helst inn at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni, og fiskiskapurin hjá teimum hevur verið brúkiligur í seinstuni.
Og eitt garnaskip fiskar havtasku, skrivar Fiskamarknaður Føroya.