- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grótið úr Eysturoyartunlinum eigur ongan góðan
Í gjár varð farið undir at gera klárt á Sundi, har grótið skal leggjast. Rør vórðu løgd í ánna, sum skuldu undir heilt, men eftir at arbeiðið varð farið í gongd, steðgaði forkvinnan í Umhvørvisnevndini í Tórshavnar býráð, arbeiðnum.
Umhvørvisnevndin vil nemliga varðveita ósan og ánna, sum møguliga er gýtingará, men Vinnunevndin fór kortini undir at leggja hana undir heilt í gjár.
Skulu áin og ósin varðveitast, skal grótið flytast longur út, og vinnuøkið kemur av vera báðumegin ánna.
Tað merkir millum annað, at brúgv má gerast tvørturum ánna, sum skal kunna bera tunga ferðslu, sigur Bogi Andreasen við in.fo í dag.
Forkvinnan í Umhvørvisnevndini Turið Horn og Annika Olsen, borgarstjóri vísa báðar til Boga Andreasen formann í Vinnunevndini í dag, men Bogi Andreassen er farin í feriu.
Vit ætlaðu annars at spyrja Anniku Olsen, hvussu tað ber til, at nevndirnar í hennara býráði ikki tosa so frætt saman, at tær eru samdar, tá arbeiðið á Sundi fer í gongd, men Annika Olsen sigur, at hon hevur onga viðmerking til málið.
Vit høvdu eisini ætlað at spurt, hvat tað fer at kosta at varðveita ánna og ósan.
Tað er tunnilsfelagið, sum hevur ábyrgd av teimum 600 kubikmetrunum av gróti, sum skal upp á Hvítanessíðuni av tunnlinum, men tað var ikki partur av uppgávuni, sum varð bjóðað út, at beina grótið burtur og Tórshavnar býráð hevur átikið sær at taka ímóti grótinum.