- Tíðindi, mentan og ítróttur
Petur Sigurð føroyameistari í opna bólkinum
Finalan í opna bólkinum var millum tveir mans úr Sunda Judofelag, Edvard Johannesen og Petur Sigurð Johannesen. Hóast Edvard kom á odda tíðliga í dystinum, so komu royndirnar at enda Petur Sigurði til góðar, og hann megnaði at kasta Edvard so hann fekk fult stig og vann harvið dystin. Bronsufinaluna vann Sigurdbjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag á Dánjali á Krákusteini úr Havnar Judofelag.
Hjá kvinnum vann Silja Johannesen úr Sunda Judofelag heldur óvæntað finaluna móti Sonnu Nolsøe Djurhuus úr Oxford Judo. Hesar báðar møttust eisini í finaluni fyri einum ári síðani og tá vann Sanna.
Í meðalvekt vann Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag finaluna móti Sigurd Bjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag, og Dánjal á Krákusteini vann bronsufinaluna móti Torkil Jógvansson. Teir eru báðir úr Havnar Judofelag.
Hjá unglingunum vann Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag finaluna móti Boas Høgnesen úr Havnar Judofelag.
Á gallaveitsluni eftir stóra FM-dagin varð latið eitt Fightersteyp, ið verður latið einum unglingi, sum gjøgnum kappingina hevur víst góðan teknikk og besta stríðsvilja. Í ár fekk Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag hettta steypið.