Óvist hvussu loyvi kunnu brúkast

Óvist hvussu loyvi kunnu brúkast
Eingin veit enn, um tey, sum hava føroyskt vápnaprógv, men ikki vápnatrygdarskeið, sleppa at skjóta í øðrum londum
 
19.04.2017 - 09:03

Tí er viðmerkt í nøkrum føroyskum vápnaprógvum, at tann, sum hevur fingið prógvið, hevur ikki verið á vápnatrygdarskeiði. Annars er eingin munur á loyvunum at brúka byrsu.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi, hví nøkur vápnaprógv hava átekningina "uttan vápnatrygdarskeið."

SÍ EISINI Nýggj kunngerð um vápnaprógv sett í verk

Løgmaður svarar, at eingin munur er á loyvunum annars. Bæði loyvini geva somu rættindi í Føroyum. Ógreitt er enn, um sama er at siga um rættindini, tá fólk við føroyskum vápnaloyvi søkja um gestavápnaloyvi í øðrum landi. 

Og tað stendur beinleiðis í vápnalógini, at í vápnaprógvum, sum verða latin uttan trygdarskeið, skal hetta standa í vápnaprógvinum.

Fyrispurningur komin úr Danmark

Orsøkin til hetta frámerki er, sigur løgmaður, at tað kann hava ávirkan á, hvussu tað hepnast landsstýrinum at fáa føroyska vápnaprógvið góðkent uttanlands sum gestavápnaprógv.

Fyrispurningur um hetta er komin úr Danmark. Donsku myndugleikarnir siga, at ikki er vist, at teir fara at skyna millum teirra, sum hava tikið vápnatrygdarskeið, og teirra, sum ikki hava tikið vápnatrygdarskeið.

Men hetta er ikki avgreitt enn. Og landsstýrið veit ikki í løtuni, hvat myndugleikar í øðrum londum siga um hendan spurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335