- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loyvið ikki leingjast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gragas.jpg?itok=lbuNFpG5)
Gæs úr plasti verða settar á bøin fyri at lokka grágæs hagar, so til ber at skjóta tær. Tað sigur Fuglafrøðifelagið í einum ummæli um uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um at loyva at skjóta grágás á veltum lendi í trý ár afturat.
Tað eigur tí at standa í lógini, at ikki er loyvt at brúka lokkugæs, skrivar Fuglafrøðifelagið, sum annars mælir frá at leingja loyvið at skjóta grágás trý ár, og at hon verður friðað frá 15. august til 1.apríl.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svarar, at í loyvunum at skjóta grágás eigur Búnaðarstovan at tilskila, at ikki er loyvt at brúka lokkufuglar at fáa gæs at seta seg á bøin.
SÍ EISINI Grágásin er skotin - men ikki kannað
Búnaðarstovan eigur eisini at seta í loyvið, at loyvi at skjóta er avmarkað til tíðarskeiðini í árinum, tá trupulleikin av grágás er størstur og til teir partar í landinum, har sum trupulleikin er staðfestur.
Fuglafrøðifelagið mælir eisini til at forbjóða at styggja grágás við luftbyrsu, tí hon styggir ikki gæsnar. Og tað er dýrapínsla at skjóta so stóran fugl við luftbyrsu.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svarar, at í lógaruppskotinum stendur einki um, hvat slag av byrsu kann brúkast.