- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýriskvinnan: Óheppin gongd takast í álvara
Tað vísir eitt yvirlit hjá Mentamálaráðnum. Talan er um spanskt, franskt, danskt og týskt. Tað er ikki minst eitt vandatekin, at færri og færri velja danskt, sigur landsstýriskvinnan í skúlamálum.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur svarað Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum spurdi, hvussu nógv hava onnur mál í miðnámi.
SÍ EISINI Tíma ikki týska málið
Men nýggja skipanin, sum nú er, ger, at fleiri enn fyrr koma upp á eitt hægri stig í fremmandamáli. Harafturat eru eingi granskingarstørv á Fróðskaparsetrinum í teimum fýra málunum.
Hetta ætlar Rigmor Dam sær at tosa við Fróðskaparsetrið um. Rigmor Dam sigur annars í svarinum, at tølini vísa greitt, at færri ung velja mál í nýggju breytaskipanini.
Gongdin óheppin
Rigmor Dam heldur hetta vera eina óhepna gongd, sum eigur at verða tikin í størsta álvara, eisini hóast tølini vísa, at millum teirra, sum velja mál í dag, eru fleiri, sum hava tað á hægri stigi enn áður.
Eisini viðvíkjandi donskum eru greið vandatekin at finna í tølunum, sigur landsstýriskvinnan. Færri og færri ung hava danskt í miðnámi.
- Danskt er, og hevur verið, eitt týðandi alment dannandi fak í Føroyum, og framvegis er stórur partur av frálærutilfarinum í miðnámi á donskum, sigur Rigmor Dam.
Breytaskipanin á miðnámi endurskoðast
- Stórur partur av okkara ungu lesa í Danmark, og okkara holli danski málførleiki gevur okkum eyðsýndar fyrimunir í samskiftinum við hini Norðurlondini, landsstýriskvinnan í mentamálum.
- Vit skulu vera á varðhaldi, at vit ikki gerast eins málsliga skerd og íslendingar, sum ofta mugu samskifta á enskum í norðurlendskum høpi, sigur Rigmor Dam.
Í løtuni verður gymnasiala breytaskipanin eftirmett. Hetta arbeiðið verður liðugt í heyst.